Rushdie hevur mist sjónina á øðrum eyganum

Rithøvundurin hevur eisini fingið skaða í hondina

(Mynd: Joel Saget/Ritzau Scanpix)

Fyri tveimum mánaðum síðani var bretski-indiski rithøvundurin Salman Rushdie álopin av manni við knívi. Hann varð stungin samanlagt 18 ferðir. Hetta hendi á bókmentatiltaki í USA.

 

Nú hevur umboðsmaður Salman Rushdie fyri fyrstu ferð sagt nakað um, hvørjar skaðar Rushdie fekk í álopinum.

 

Andrew Wylie sigur við spanska blaðið El País, at Salman Rushdie hevur mist sjónina á øðrum eyganum, og hann hevur fingið skaða í nervarnar til aðra hondina, sum hann ikki fær brúkt.

 

75 ára gamli Salman Rushdie skrivaði umstríddu bókina “Satans ørindi”. Eftir at bókin kom út í 1988, lýsti iranski leiðarin ayatollah Khomeini eina sonevnda fatwa – tað er eitt slag av deyðadómi – ímóti Rushdie fyri at hava spottað Muhammed profet.

 

Ein 24 ára gamal maður er fongslaður og skuldsettur fyri álopið á Salman Rushdie.

 

(Mynd: Joel Saget/Ritzau Scanpix)