Í Iran hava myndugleikarnir gjørt av, at deyðadómurin ímóti rithøvundinum Salman Rushdie skal standa við. Í einari kunngerð frá kollveltingarráðnum í Teheran stendur, at deyðadómurin ímóti Rushdie er ævigur, og at eingin hevur myndugleika at seta hann úr gildi.
Salman Rushdie varð dømdur til deyða í Iran í 1989, eftir at hann hevði givið út skaldsøguna "Satanisk ørindi". Síðani hevur Rushdie fjalt seg ymsastaðni í Bretlandi, har hann býr, og sambært bretskum bløðum hevur hann meiri enn 30 loyniligar adressur kring alt Bretland.
Ovasti leiðarin í iranska kollveltingarráðnum er landsins andaligi leiðari, Ali Khaminei. Iranski forsetin, Muhammad Khatami, segði fyri tveimum árum síðani, at deyðadómurin ímóti Salman Rushdie mátti metast at vera farin úr gildi, men hetta hava teir víðgongdu við Ali Khaminei á odda sýtt fyri at góðtaka.