Rush trýr upp á Owen

Ian Rush, sum vitjaði í Føroyum um vikuskiftið saman við Liverpool Legends, metir, at Michael Owen fer at roynast Manchester United væl

– Fólk hava altíð sett spurnartekin við hann. Mong hava sagt, at hann er liðugur sum spælari, men hann kemur altíð aftur – størri og betri, sigur Ian Rush sambært eb.dk. Eisini ein annar maður, sum er gamal í garði í Liverpool, Graeme Souness, heldur, at skifti hjá Owen fer at tæna áleyparanum væl.