Rúsdrekkanýtslan í Føroyum minkað

Rúsdrekkanýtslan í Føroyum er nú tann minsta í 30 ár


Rúsdrekkanýtslan í Føroyum er minkað.

Tað vísir ein uppgerð yvir rúsdrekkanýtsluna í Føroyum seinastu árini.

Tølini vísa, at í Føroyum er rúsdrekkanýtslan nú minni enn hon var í 1982, ella fyri 31 árum síðani.

 

Í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 6,3 litrar av reinum alkoholi. Tað eru 0,3 litrar minni enn í 2012, tá ið nýtslan var 6,6 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólk yvir 15 ár.

Í 2007 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár,  7,1 litur av rúsdrekka, men síðani er nýtslan stigvíst lækkað til 6,3 litrar í fjør.

 

Hesi tølini umfata rúsdrekka, sum er selt í Rúsuni og føroysku bryggjaríunum og tollfrí søla er sostatt ikki við í uppgerðini.

 

Tølini vísa, at bæði nýtslan av rúsdrekka og øli eru kvinkað niðureftir, men nýtslan av øli stendur í stað

 

Annars hevur rúsdrekkanýtslan hesi síðstu nógvu árini ligið ímillum góðar 6 til 6,5 litrar, upp í góðar sjey litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár.

 

Eitt undantak er 1992, tá ið nýtslan var 8,8 litrar, men hetta árið er ikki sambæriligt, tí tá kom Rúsan og fólk hamstraðu rúsdrekka tí tey høvdu ikki álit á nýggju skipanini. Og tað sást aftur í 1993, tá ið nýtslan minkaði aftur niður í 6,2 litrar fyri hvønn føroying yvir 15 ár.