Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um tjóvarí í Havn.
Hesaferð var talan um, at rúsdrekka er stolið úr einum úthúsi í høvuðsstaðnum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað, sum er horvið, eitt nú er øl, sider og annað rúsdrekka.
- Í hesum førinum er talan ikki um innbrot, tí úthúsið stóð ólæst, verður lagt aftrat.
Vaktleiðarin sigur, at tey í løtuni eingi ítøkilig spor hava at ganga eftir, men arbeitt verður víðari við málinum.