– Sosialurin var skjótur at stytta formliga navnið og fór at kalla rúsdrekkasøluna Rúsan. Hetta navnið var ikki væl umtókt á stovninum, tí tað varð hildið at vera negativt løtt. Men navnið vann beinanvegin frama á mannamunni og verður brúkt enn.
Soleiðis skrivar Rúsan í 25 ára minnisritinum.
Ein teirra, sum var til arbeiðis á redaktiónini á Sosialinum hendan dagin, var blaðmaðurin Hilmar Jan Hansen.
– Vit lanseraðu navnið Rúsan á ovasta breddanum á sjálvari forsíðu hendan dagin – og tað var sum tey fyrstu yvirhøvur, greiðir Hilmar Jan Hansen frá.
– Kalmar Lindenskov hevði verið og tikið myndir, og tá hann kom útaftur á Argir, bað hann meg finna eitt orð, ið kundi brúkast fyri Einkarsølu Landsins, sum tey helst vildu rópa tað tá. Millum annað vísti hann á kelinøvnini, ið hesar einkarsølurnar hava í bæði Íslandi, Svøríki og Finnlandi, og tað eydnaðist at fáa funnið fram til orðið »Rúsan«, áðrenn blaðið fór til prentingar, so tað kom við á sjálvum upplatingardegnum, greiðir Hilmar Jan Hansen frá.