Rúsan má hava eitt stórt úrval av rúdrekka

- Vit mugu tryggja okkum, at føroyingar framhaldandi taka undir við Rúsuni


- Vit mugu tryggja okkum, at rúsan fær dygga undirtøku ímillum føroyingar.

Tað heldur Pál Weyhe, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

 

Fyrr í morgun skrivaðu vit her á in.fo, at seinastu árini er rúdrekkanýtslan í Føroyum minka og tað heldir Pál Weyhe er gleðiligt.

 

Hann sigur, hetta vísir, at føroyski rúsdrekkapolitikkurin hevur eydnast. Hetta vísir eisini, at tey, sum spáddu, at Rúsan fór at føroyingar í óføri, mistóku seg.  

Men hinvegin heldur Pál Weyhe eisini, at tað er av avgerðandi týdningi, at vit varðveita eina skipan við einkarsølu.

 

Hann sipar til, at aðrastaðni, eisini í okkara grannalandi fyri vestan, Íslandi, eru røddir nú frammi um at avtaka Ríkið og at fáa rúsdrekka í handlararnar.

Fólkaheilsuráðið heldur, at tað hevði verið eitt bakkast, skuldi tað hent í Føroyum, tí lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, meiri drekka fólk.

 

Hann vísir á, at hóast nýtslan í Føroyum fyri hvørt fólk yvir 15 ár, er 6,3 litrar um árið, og sostatt avgjørt í allar lægsta endanum í Norðurlondum, skulu vit hava í huga, at eini 25 prosent av føroyingum eru fullkomiliga avhaldsfólk. Tað merkir, at summi drekka munandi meiri enn 6,3 litrar um árið.

 

Les eisini: Gleðiligt at rúsdrekkanýtslan minkar

 

Í Danmark eru kann prosentið av fólki, sum eru avhaldsfólk, teljast á aðrari hondini.

Men Pál Weyhe heldur, at besta trygdin fyri at varðveita Rúsuni, er at tryggja henni undirtøku ímillum vanliga føroyingum.

 

Og tað kann gerast við at skipa rúsuna soleiðis, at fólk eru nøgd við hana og ikki fara at krevja aðrar skipanir.

 

Nettupp tí heldur hann, at tað hevur avgerandi týdning, at Rúsan hevur eitt so stór úrval sum gjørligt.

Vit eiga ikki at geva fólki ta grundgeving fyri at krevja eina aðra skipan, at úrvalið í Rúsuni er ov vánaligt, sigur hann.

 

Sjálvur dugir hann ikki rættiliga at meta um úrvalið, men hann ásannar, at tað eru helst fólk, sum kundu hugsa sær eitt betri úrval.

 

- Fólkaheilsuráðið mælir avgjørt til at varveita okkara skipan við eini einkarsølu. Men vit eiga ikki at koma í ta støðu, at fólk føla seg fangað í eini einkarsølu, har úrvalið er ov lítið og tí hevur tað stóran týdning at útvalið í Rúsuni er stórt, sigur Pál Weyhe.

 

Annars er tað eisini eitt krav, at Rúsan skal hava eitt ávíst avkast um árið, sum fer í landskassan.

 

Fólkaheilsuráðið heldur, at kravið um eitt ávíst avkast eigur at verða tikið av.

- Skuldi tað so hent, at Rúsan hevur eitt avkast, kann tað fara til fyribyrgjandi arbeiði, sigur Pál Weyhe.