ÚTGÁVA
Klodsmajorer og englebørn er danska heitið á bókini Rura -rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum eftir Tóru Tóroddsdóttir, sum er íslendsk, men hevur búð í Føroyum í nógv ár. Høvundurin, ið er útbúgvin fysioterapeutur, hevur út frá drúgvum royndum í føroyska skúlaverkinum skrivað eina yrkisbók, tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, um sansamenning, rørslubúning og sansaskipan. Bókin kom út í 1999. Nú hevur Solveig Debess týtt bókina úr føroyskum til danskt, og forlagið Borgen gevur út.
Umleið 5-10 prosent av øllum børnum hava trupulleikar við sansaskipanini. Hesi eru klomrut og óstortlig, og hava trupulleikar í rørslumenningini hóast tey eru vanliga gávað børn.
Bókin hjá Tóru Tóroddsdóttir lýsir sansamenningina og leggur dent á týdningin á rørslu- og sansastimulasjón, eina stimulasjón, sum byrjar longu í fosturstøðuni.
Bókin leggur serligan dent á klomrut, ókonsentrerað børn og gerandisdag og trupulleikar teirra. Ítøkiligt og gjøgnumroynd uppskot eru til, hvussu foreldur, dagstovnar og skúlar kunnu stuðla barnið og gera tað virkið. Ein viðgerð sum ger børnini betur fyri sálarliga og sosialt.
Bókin er ætlað foreldrum og fakfólki, pedagogum, lærarum, heilsusystrum, terapeutum og øðrum, sum arbeiða við børnum.
Í bókini eru tekningar og myndir, og Elisabeth Berents, sum er fysioterapeutur, skrivar innleiðing. Har skrivar hon eitt nú, at bókin fyllir eitt hol í donskum bókmentum um børn við sansatrupulleikum. Bókin gevur lesaranum eina sannførandi fatan av, at tað loysir seg at gera nakað, tí orkan og møguleikarnar hjá einstaka barninum geva vón fyri framtíðina.









