Harður orðadráttur hevur tikið seg upp millum Nikláa Nysted, stjóra á Knassum, sum eigur og rekur portal.fo og fyrrverandi starvsfólk.
Í grein á portal.fo verður stjórin endurgivin fyri at siga, at tíðindaflutningurin undir leiðslu av Sveini Tróndarson ikki var óheftur. Partur av tíðindaflutningum var málið um Jørgen Niclasen, sum herfyri endaði við, at Sveinur Tróndarson saman við trimum øðrum varð dømdur fyri ærumeiðing.
- Teir vildu ikki fylgja boðunum frá leiðsluni um at miðilin skuldi vera óheftur, og at øll skuldu sleppa framat. Millum annað vórðu nærum ongin tíðindi at lesa á Portalinum um teir flokkar, ið redaktiónin ikki dámdi. Politisk, átrúnaðarlig og onnur sjónarmið, ið redaktiónin ikki tók undir við, vórðu sáldaði frá, og tað hendi nærum hvønn dag. Lesarabrøv og søgur, ið ikki passaði við sannføringina hjá redaktiónini, sluppu ikki á Portalin. Tað var aldrin ætlanin hjá leiðsluni. Ætlanin var at øll, óansæð politiskan lit, átrúnað o.a. skuldu verða javnstillað, ljóðar staðfestingin hjá Nikláa Nysted, sum eisini hevur givið til kennar, at hann ikki ætlar at rinda nakra bót, soleiðis sum felagið Føroysk Miðlafólk annars hevur kravt at eigararnir av miðlunum gera.
Greinin sleppur tó ikki at standa ósvarað, og eitt nú hevur Leif Láadal, sum var eitt av starvsfólkunum á portal.fo eina sera hvassorðaða viðmerking, har hann sigur, at stjórin beinleiðis royndi at ávirka tíðindaflutningin á redaktiónini. Leif Láadal heldur, at makan til tvætl skal man leita leingi eftir, og hann heldur fram:
- Øll sluppu framat, men tað var torført at fáa tveir samanhangandi tímar at ganga á redaktiónini, uttan at leiðslan kom rennandi og spurdi um ikki okkurt jaligt var at skriva um ein ávísan flokk. Lesarabrøv kundu fólk (øll) sjálvi leggja inn á Portalin. Nú roynir tú at turka fingrar, so tú kanska kanst sleppa undan at gjalda fyri sakarmálið. Brúka heldur orkuna upp á at gjalda har, sum tú manglar at gjalda, og lat vera við blaka tílíkar beinleiðis lygnir út á tín egna Portal.
Sjálvur sigur Sveinur Tróndarson, at hann júst hevur lisið greinina, men at hann her og nú ikki vil gera nakra viðmerking. Hann leggur tó afturat, at orðini við vissu ikki sleppa at standa ósvarað.