Runt vikuskifti hjá Giggs

Ryan Giggs hevði nógv at gleðast um hetta vikuskiftið. Leygardagin skoraði hann sítt mál nummar 100 í Premier League, tá Manchester United á heimavølli vann 4-1 móti Portsmouth. Og við hesum er Giggs fyrsti miðvallarspælaran, sum hevur skotið 100 mál í Premier League. Málið var samstundis hansara nummar 151 fyri Manchester United. Og sunnudagin kundi hann so saman við familjuni halda sín 36 ára føðingardag.