Runt um seg sjálvar

Páll Finnur Páll sita í hesum døgum í rundingi í Útvarpshøllini og innspæla nýggjar sangir, sum snúgva seg eitt sindur meira um teir sjálvar. Umboðini hjá Sosialinum máttu úr skónum, tá ið vit fóru á vitjan

- Bið myndamannin lata seg úr skónum.

Páll Oddur Rubeksen, ein av oddamonnunum í tónleikabólkinum Páll Finnur Páll, gevur boð úr kontrolrúminum til Útvarpshøllina.

Í høllini ger ein av best umtóktu bólkunum í landinum í løtuni upptøkur til nýggja fløgu, og tað kann hoyrast á upptøkunum, um onkur gongur í skóm inni í høllini.

Sosialurin hevur lagt leiðina framvið fyri at taka nakrar myndir og lodda dýpið – og fotografurin fer úr skónum. Tað fara allir tónleikararnir í Páll Finnur Páll eisini, eftir at Páll Oddur hevur róð fram undir tað.


Meira um seg sjálvar

Teir seks tónleikararnir í Páll Finnur Páll hava seinastu tíðina arbeitt við sangum til nýggja fløgu. Teir hava verið á venjingarlegu og lagt sangirnar til rættis, og nú verða upptøkur gjørdar í Útvarpshøllini í Sortudíki, har Gunnar Guttesen stílar fyri.

Lagið er gott millum tónleikararnir, og teir tykjast ídnir at fáa grundina til nýggju sangirnar í kassan.

- Eg renni og eg renni runt um meg sjálvan, byrjar ein av nýggju sangunum, sum Finnur Jensen syngur.

Teir vilja verða við, at teir nú syngja eitt sindur meira um seg sjálvar, enn teir áður hava gjørt, og sangirnir verða ikki so forherðaðir, sum teir onkuntíð hava verið – uttan at taka skal verða nakar mótsetningur í sær sjálvum.

Ætlanin er, at nýggja fløgan skal koma út seinni í ár, og teir í bólkinum kundu í løtuni hugsa sær, at útgávan varð 11. november – 11/11-11.