Seinasta leygardag var skipað fyri stórum stuðulstiltakið í Klaksvík, har tað komu omanfyri 65.000 krónur inn.
Talan var um rennitiltak, har øll kundu luttaka.
Teir innkomnu peningarnir fara óskerdir til sjálvhjálparbólkin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum.
Í oktober mánaði eru 25 ár liðin, síðani sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum varð settur á stovn.
Bót til Bata varpar á hvørjum ári ljós á bróstkrabba í Føroyum. Í oktober 2013 eru 25 ár liðin, síðani bólkurin varð settur á stovn, og tískil skipaði bólkurin fyri ikki minni enn tveimum stórum tiltøkum ávikavist seinasta leygardag og mikudag.









