Runnu móti veðrinum

Fleiri enn 500 fólk tóku lut, tá stóra fólkaheilsurenningin varð runnin seinasta vikuskifti

Renning

 

558 nøvn taldi luttakaralistin, tá árliga fólkaheilsurenningin varð skotin ígongd leygardagin. Runnið varð samstundis á fleiri støðum kring landið. Nevnliga í Vágum, Klaksvík, Eysturoynni, Tvøroyri og í Havn. At veðrið var heldur ófantaligt fekk kanska summi at setast aftur. Men hóast regn og vind, so vóru tó 558 børn, ung og vaksin, sum vunnu á veðrinum.