Æltanin var, at Hvirlan í dag skuldi skipa fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy. Hetta er ein árliga afturvendandi kapping, sum í ár skuldi vera trettanda árið á rað.
Tað bleiv tó av ongum. Hvirlan upplýsir, at renningin í dag bleiv avlýst orsakað av ov nógvum hvirlum.
Eisini Treysti og Roysnið høvdu kirkjurenning á kalendaranum í morgun, og har norðuri livdu rennararnir upp til nøvnini hjá feløgunum.
Eini 15-20 luttkarar vóru við. Tey flestu runnu inni í ítróttarhøllini, men nøkur vóru tey, sum fóru sær ein frískan rennitúr runt í Klaksvíkini.










