Nú er tíðin komin aftur, at skúlarnir í teimum flestu støðunum runt landið hava renningardag, og teir flestu næmingarnir eru farnir í ítróttaklæðini og út at renna. Sjálvt um veðrið ikki er av tí besta. Men tað sær út til, at teir einki leggja í ringa veðrið. Í Tórshavnar Kommunuskúla møta teir yngru næmingarnir møta kl. 8.30 og teir eldru kl 10.
Men teir yngru næmingarnir fara ikki einsamallir, teir fáa eisini lærararnar við sær at renna. Men teir renna ofta ikki líka langt sum teir eldru. Teir yngri næmingarnir renna sum oftast eini 2,5 til 5 km. Teir eldru renna 10 km, men har finnast tó nakrir, sum eru ov dóvnir, at teir renna tað sama sum teir yngru. Men tað er upp til børnini, hvussu nógv tey renna.
Leiðin hjá børnunum, ið ganga í Komunuskúlanum, er fyrst úr Komunuskúlanum, niðan til svimjihøllina, farmvið Hoydølum, niðan eftir Mannbrekku, eftir vegnum langa og so oman aftur við Berjabrekku og síðani oman aftur í skúlan, tað er bert 5 km. Tey, sum vilja renna 10 km skulu heilt niðan ímóti vatnverkinum í Villingardali, áðrenn tey snara av við Berjabrekku. So tað er nokso strævið. Tað sást eisini á børnunum, tá tey koma niðan har við Villingardal, at tey eru ógvuligani troytt, men tey er so mikið røsk, at tey halda á allíkavæl.
Næmingarnir fáa eina striku á hondina fyri hvønn kilometur, teir hava runnið, so at tey kunnu vátta, hvussu langt teir hava runnið.
Tá børnini hava runnið, fáa tey hvør sítt sunkist, og eisni fær næmingurin eitt heiðursbræv, ið vísir á hvussu langt næmingurin hevur runnið. Og so er tað bara at fara heim. Eingi skúlating, sleppa frá at sita og lurta eftir lærarunum.
So eru næmingarnar eisini so mikið hepnir, at teir hava heystferiu nú, ið er í eina heila viku.