Runnu fyri 80.000 krónur

Stuðulsrenningin til frama fyri leguhúsið í Nesvík gav 80.000 krónur.

Sunnudagin 11. septembur skipaði Heimamissiónsungdómur fyri stuðulsrenning til frama fyri útbyggingina av leguhúsinum í Nesvík. 

 

Eini 50-60 ung vóru savnað á Svangaskarði og eftir at hava runnið í ein hálvan tíma, gekk leiðin inn í missiónshúsið á Glyvrum, har tey fingu kaffi, kakao og bollar. 

 

Stuðulsrenningin gav 80.442 krónur, og tað er nógv meiri, enn fyrireikararnir høvdu væntað, skrivar Trúboðin. 

 

Bíligasta tilboðið at byggja leguhúsið í Nesvík var góðar 22 milliónir, tá tilboðini vóru latin upp í mars í ár. Fyrsta byggistig, sum er at byggja eina nýggja høll, er komið væl ávegis og er mett at kosta 15,4 milliónir krónur.