Rúni verður nýggjur aðalstjóri

Løgmaður hevur sett aðalstjóra til nýggja Innlendismálaráðið.

Týsdagin gjørdist Føroyar eitt aðalráð ríkari, tá nýggja samgongan stovnaði ella endurstovnaði Innlendismálaráðið, tá Henrik Old gjørdist landsstýrismaður.


Tað eru nógv praktisk viðurskiftir, ið skulu fáast upp á pláss, tá eitt nýtt ráð verður sett á stovn. Harímillum má nýggja ráðið hava ein aðalstjóra.


Í gjár gjørdist greitt hvør nýggi aðalstjórin verður, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður, setti Rúna Joensen í starvið.


Rúni Joensen er ikki heilt ókendur í nýggja starvinum. Hann var nevniliga aðalstjóri í Innlendismálaráðnum tá ráðið varð niðurlagt í 2013. Tað hendi aftaná at Kári P. Højgaard varð loysur úr starvi sum landsstýrismaður sum fylgi av rokanum um CIP-sáttmálan.


Rúni Joensen er 56 ára gamal, er útbúgvin løgfrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í Vinnumálaráðnum.