Rúni Heinesen, formaður fyri Kringvarpsstýrið, heldur ikki, at tað var nóg greitt skott millum undirhaldspartin og aktualitetspartin í nýggjárssendingini.
Tað sigur Rúni Heinesen í dag. Hann hevur annars verið ógvuliga trupul at fáa fatur á, síðani at nógv umrødda og útskeldaða nýggjárssendingin varð send gamla árskvøld. Og tað er heldur ikki nógv, sum fæst úr burtur úr formanninum í Kringvarpsstýrinum í dag.
Rúni Heinesen vísir til skrivið, sum Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, sendi fjølmiðlunum mikudagin, og sigur seg vera samdan við í tí, sum stendur at lesa har.
Les eisini Hetta royna vit ikki aftur
Í hesum skrivi ger Dia Midjord millum annað greitt, at sáttmálin millum sp.f. Fjølvinna og Kringvarp Føroya segði, at greitt mark skuldi vera ímillum aktualitetspartin og undirhaldspartin, og at stuðulsavtalur ikki skuldu koma til sjóndar í aktualitetspartinum.
»Eftir okkara tykki var greitt mark millum hesar partar í sendingini, og stuðulsavtalur komu ikki til sjóndar í aktualitetspartinum«, stendur at lesa í skrivinum frá Dia Midjord.
Men stýrisformaðurin er av eini heilt aðrari fatan:
- Tað var ikki nóg greitt skott millum undirhalds- og aktualitetspartin, sigur Rúni Heinesen í dag.
Hvat hann leggur í hetta, og hvørjar avleiðingar tað fær, hevur Rúni Heinesen ikki stundir at svara uppá. Hann sigur seg vera upptiknan. Og tað verður hann eisini restina av degnum. Rúni Heinesen sigur seg ikki hava tíð at tosa aftur fyrr enn mánadagin.
Hann vísir á, at hann hevur eitt vanligt arbeiði at taka sær av, og at hann er formaður í Kringvarpsstýrinum eftir vanliga arbeiðstíð. Og hann heldur ikki, at tey eru fleiri, sum bíða eftir at vita, hvat formaðurin í Kringvarpsstýrinum heldur um nýggjárssendingina.
- Tað er nakað tvætl, sigur Rúni Heinesen.
Hann leggur aftrat, at Kringvarpsstýrið hevur fund í næstu viku, og tá verður nýggjárssendingin viðgjørd.
Vit kundu annars millum annað hugsað okkum at spurt Rúna Heinesen, hvat hann helt um nýggjárssendingina, hvat hann fer at gera við tað sum formaður, hvørjar avleiðingar tað fær, hvat hann heldur um, at Kringvarpsstjórin hevur brotið eitt rundskriv frá fíggjarmálaráðnum og fleiri aðrar spurningar.
Men tað hevur formaðurin í stýrinum ikki stundir at svara upp á fyrr enn í fyrsta lagi mánadagin.










