Rúni er nýggjur næstformaður

Fyrrverandi FSF nevndarlimur og formaður í felagnum er nývaldur næstformaður í KÍ

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði aðalfund mánakvøldið. Tveir nevndarlimir – Eyðun Thorgeirsson og Sylvan Jakobsen – tóku ikki við afturvali, og harvið skuldi tveir nýggir nevndarlimir veljast.

Rúni Heinesen er nývaldur í nevndini, sum fekk heimild at finna ein nevndarlim at taka sær av samskifti.

 

Í nevndini eru nú Tummas Lervig, formaður, Rúni Heinesen, næstformaður, Hilmar Danielsen, kassameistari, Jórun Frimansdóttir Jacobsen, ábyrgd fyri hølum, og Petur Martin Hansen, nevndarlimur fyri fótbólti.

Nývaldi næstformaðurin, Rúni Heinesen, er gamalur í garði í KÍ og nevndararbeiði í føroyskum fótbólti. Hann hevur áður verið nevndarlimur og formaður í KÍ, og hann hevur eisini verið nevndarlimur í Fótbóltssambandinum.