Rúni er nýggjur formaður

Nýggj nevnd er vald í Róðrarfelagnum Knørri

Rúni Joensen er nýggjur formaður í Róðrarfelagnum Knørri. Felagið hevði aðalfund 13. februar, og nú hevur nevndin skipað seg.

Sámal Kristiansson er næstformaður, Elsa Klein Olsen er kassameistari, Maybritt við Strond er skrivari, Bárður Skorheim Guttesen er nevndarlimur og Hálvdan Brink Dalsgaard er tiltakslimur.

Felagið sigur, at størsta málið, sum nevndin fer at arbeiða við, er hølisumstøður felagsins, og so skulu dagligu viðurskiftini kring felagið eisini skipast betur, verður sagt frá felagnum.

 

Róðrarfelagið Knørrur eigur níggju kappróðrarbátar: Ormurin Langi, Knørrur, Herningur, Jarnbardur, Gamli Jarnbardur, Jallurin, Tambar, Pílur og Úlvur.