Rói Holgarsson, sum hevur verið kvikasti føroyingur í longri tíð og vunnið FM-gull á 100m-teininum síðstu fýra árini, varð um vikuskiftið koppaður av trónini. Kvikastur í Føroyum er nú Rúni Jacobsen.
Kappingin fór fram á Tórsbreyt, sum var karmur um FM í frælsum ítrótti um vikuskiftið. Sjey mans luttóku í kappingini á 100m-teininum hjá monnum, og seks teirra runnu seg í finaluna, sum var leygardagin.
Rúni Jacobsen, sum byrjaði við renningini um tað mundið Rói Holgarsson vann FM á fyrsta sinni, hevur verið darvaður av skaða í ár, men í finaluni vísti hann eingi tekin um veikleika og var einasti maður undir 12 sekund. Hann vann við tíðini 11,79.
Kappingin um silvurið var tøtt, men tað var Rói Holgarsson, sum hevði lítla munin á Tummas Napoleon Arge. Rói fekk tíðina 12,21 og Tummas 12,25.
Øll úrslitini frá FM í frælsum ítrótti síggjast á fif.fo og hvirlan.fo.









