Grundað á tað, sum er komið fram í vitnisfrágreiðingunum higartil, hevur Hans Gammel-toft Hansen avgjørt, at biðja Rúna Bro Róin, umboð fyri CIP, og Kurt Bardeleben, ráðgeva hjá innlendismálaráðnum, um at geva sínar vitnisfrágreiðingar.
Kanningarstjórin sigur, at hann ásannar, at onkrir løgfrøðiligir snøklar kunnu stinga seg upp, hvat viðvíkur tí, at avhoyra teir báðar, men í fyrsta umfari fer hann at spyrja teir, um teir hava hug at geva sína frágreiðing.
Skuldu teir sagt nei, verður kanningarstjórin noyddur at kanna, hvønn løgfrøðiligan myndugleika hann hevur, at innkalla teir. Hans Gammeltoft-Hansen ásannar, at so kann málið gerast sera drúgt. Um so skuldi verið, má hann eftirmeta, hvussu stóran týdning teirra vitnisburður kann fáa fyri málið, og um tað er vert stríðið.
Hans Gammeltoft-Hansen boðaði frá, at um teir játta, so verður vitnisfrágreiðing teirra givin í Keypmannahavn, av praktiskum ávum. Hon verður tó allmenn, eins og tær, ið hava verið í Føroyum.










