Nú er greitt, at Rune Bro Róin frá Copenhagen Infrastructures Partners fer at svara spurningum frá kanningarstjóranum í Skálafjarðartunnilsmálinum, Hans Gammeltoft-Hansen.
Hesum boðar Hans Gammeltoft-Hansen frá umvegis hjálparmanni sínum í Føroyum, Jens Vang, advokati.
Rune Bro Róin er spurdur, um hann vil svara spurningum, og hesum hevur hann játtað.
Av tí at Kurt Bardeleben, advokatur hjá Landsstýrinum, hevur eina vitan, sum fleiri onnur hava, sum eru avhoyrd, verður hann ikki avhoyrdur í málinum.
Avhoyringar verða ikki í Føroya Rætti, eins og í undanfarna umfarinum í augustmánaði. Hesaferð verða spurningarnir settir og svaraði skriftliga.
– Tað er fyri at spara tíð og útreiðslur, sigur Jens Vang.
Hans Gammeltoft-Hansen skal hava svarini aftur áðrenn 15. november. Tá fáa advokatarnir hjá Kaj Leo Holm Johannesen og Kára P. Højgaard høvi at svara aftur. Og alt eftir, hvussu tey svarini verða, skal kanningarstjórin taka støðu til, um enn fleiri spuringar skulu setast. Tá hesi vðurskifti eru fingin upp á pláss, verða spurningar og svar almannakunngjørd, sigur Jens Vang.
Annars eru dagarnir 1. og 2. desember settir av til avhoyringar, um neyðugt. Tað er tó óvist, um neyðugt verður við fleiri munnligum avhoyringum.
Hans Gammeltoft-Hansen vil einki siga um, nær niðurstøðan í málinum er greið – niðurstøðan, sum skal staðfesta, um alt fór rætt fram hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, í málinum um Skálafjarðartunnilin.