Málið um rundkoyringina eystari Ringvbegur-Hvítanesvegur hevur verið tveitt aftur og fram í longri tíð. Upprunaliga var hetta ein landsuppgáva, men henda hevur eftir øllum at døma verið so niðarliga raðfest, at býráðið fyri nøkrum árum síðani gjørdi av – í samráð við Landsverk – sjálvt at taka hesa uppgávuna á seg.
Síðani hava fleiri loysnir verið uppi og vent. Rundkoyringar við ymsum diametrum hava ligið á borðinum, eins og ljósregulering eisini hevur verið uppi og vent.
Málið hevur verið fyri á fleiri býráðsfundum, og á tí seinasta varð samtykt at taka av einum tilboði upp á góðar 14 milliónir krónur fyri eina 30 diametra rundkoyring.
Á býráðsfundinum í gjárskvøldið varð eitt uppskot frá borgarstjóranum um at ógilda fyrru samtyktina góðtikið við 9 atkvøðum móti 3, og tískil hongur málið nú aftur í leysum lofti.
Heðin Mortensen sigur, at tað eru fíggjarligu umstøðurnar, sum eru orsøkin til, at neyðugt er at raðfesta øðrvísi.
- Tað eru tíðirnar sum gera, at vit mugu raðfesta. Samstundis skulu vit minnast til, at talan í veruleikanum er um eina landsuppgávu, sum einki varð gjørt við, og at vit tí valdu at gera arbeiðið sjálvivr. Men eg vóni og vænti, at vit í samráð við Landsverk kunnu finna eina loysn upp á trupulleikan, tí ferðsluviðurskiftini eru langt frá nøktandi, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.