Rundkoyring skal koma nú!

Rundkoyring Eystari ringvegur/Hvítanesvegur skal koma nú!


Rundkoyringin var longu klár at byggja, tá undiritaði sat sum formaður í tekniski nevnd frá 2000-2004. Aftaná valið í 2004 mistu vit meirilutan í tekniski nevnd, og hettar málið hevur verið ein kastibløka síðani.

 

Eg haldi at tað er bæði synd og skomm at TK ikki hevur klára at loyst hendan stóra trupulleika, sum vegurin við hvítanesvegin og ringvegurin í veruleikanum er. Málið er klárt at seta í verk, og koma vit í fólkaflokkinum í samgongu, verður hettar málið eitt samgongumál og skal raðfestast høgt.

 

Hjáløgd er uppskot til tekning, sum vísir hvussu rundkoyringin kann gerast.

 

TRÝST HER fyri at síggja kortið

 

 

Eg haldi hetta hevði verið ein sera góð loysn, sum hevði bøtt um ein stóran ferðslu trupulleika í Tórshavnar kommunu.

 

Sjúrður Olsen

Býráðslimur