Trý onnur starvsfólk í fyritøkuni kunnu eisini hátíðarhalda rundar starvsdagar í hesum døgum, tey eru Ingibjartur Durhuus, Erling Olsson og Páll Danielsen.
Fyri at taka Erhard Olsen fyrst so fór hann í læru sum bilmekanikari hjá Auto Service í Gundadali í 1974. Hann hevur øll árini arbeitt á mekaniska verkstaðnum, har hann javnan hevur dagført sína vitan og verið á nógvum ymiskum skeiðum í nýggjastu tøknini. Hann kundi sostatt hátíðarhalda sín 35 ára starvsdag í fyrtøkuni.
Ingibjartur Durhuus hevur arbeitt í fyritøkuni í 45 ár. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Wenzel Petersen úti í Bakka, áðrenn hann kom í starv hjá Auto Service í Gundadali í 1964. Hann var í mong ár verkførari á bilverkstaðnum, og seinnu árini hevur hann havt mest við garanti av nýggjum bilum at gera.
Erling Olsson hevur arbeitt í fyritøkuni 30 ár. Hann byrjaði hjá Auto Service í 1979. Tá var fyritøkan flutt í nýggjan virkisbygning á Hálsi. Hann hevur arbeitt mest sum plátusmiður og lakkerari, og var hann í mong ár verkførari á tí deildini. Í dag starvast hann sum húsavørður og á mekaniska verkstaðnum.
Eisini Páll Danielsen hevur arbeitt í fyritøkuni í mong ár. Komandi ár kann hann halda sín 30 ára starvsdag. Páll byrjaði hjá Auto Service á Hálsi, og hevur hann selt bilar øll árini. Fyrstu árini vóru tað einans Nissan og Peugeot bilar teir seldu. Í dag selur Auto Service eisini bilmerkini Opel, Saab og Chevrolet.