Tey fýra eru: Anna Malena Niclasen, skrivstovufólk, Sólbrún Jensen, skrivstovufólk, Kartni Ravnsfjall, bókavørður og Randi Nolsøe, bókavørður.
Øll tey, sum hava arbeitt á bókasavninum eini 20 til 25 ár, hava verið við til stórar broytingar og menning av arbeiðsgongdini.
Anna Malena varð sett í 1983 sum skrivstovufólk. Hon hevur roknskapin og kassan um hendi og hevur røkt og røkir hetta ábyrgdarfulla arbeiðið væl.
Sólbrún varð sett sum skrivstovufólk 1.oktober, 1986. Hon hevur arbeitt nógv í avgreiðsluni, og hon hevur altíð verið skjót at broyta arbeiðið í avgreiðsluni til tíðarhóskandi arbeiðsgongd.
Kartni fekk fast starv sum bókavørður desember 1986. Hann bleiv beinanvegin teldubókavørður, tá bókasavnið og skúlabókasøvnini fóru undir at umleggja til telduskipan. Tað var og er ein avbjóðing og krevur tol, men tað hevur gingist sera væl.
Randi varð sett sum bókavørður 1. oktober 1981. Einki bókasavn uttan grundarlagið – skrásetingin er í lagi. Randi hevur m.a. ábyrgdina av skrásetingini, at postarnir eru rættir - eitt týdningarmikil arbeiði, sum sæst aftur á heimasíðuni. Hennara málsliga hegni er bókasavninum til stóra nyttu.
Tórshavnar kommuna ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku og takkar fyri gott samstarv.
www.torshavn.fo