Rundir dagar á Tannlæknastovuni í Havn

Í morgin eru tveir rundir starvsdagar á á Skúlatannlæknastovuni í Havn. Jóna Thomsen hevur 40 ára starvsdag, og Alma Hansen hevur 25 ára starvsdag

Jóna Thomsen, f. Jacobsen, varð sett í starv sum klinikkassistentur á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu 10.feb 1970.

Jóna er fødd í Havn 30. januar í 1950. Mamman er ættað av Skála og pápin var úr Norðragøtu, hann andaðist í 1996.

Pápin (Andrias í Køkubúðini) rak tað víðagitna bakaríið, Køkubúðin, í mong ár, og var tað eisini her Jóna fann sær komandi mann sín í unga bakaralærlinginum, Hendrik.

Jóna er nú gift við Hendrik Thomsen, ættaður úr Syðrugøtu, og tey bæði hava húsast á Velbastaðvegnum síðani tey giftust í 1974. Saman eiga tey tríggir synir og tvey ommu/abbabørn.

Jóna hevur verið við frá barna- og ungdómstannrøktin æt skúlatannlæknin og hølið lá í Kommunuskúlagarðinum.

Mangar eru søgurnar um Jónu og hennara áræði, góða lyndi og stóra hjarta. Seinastu tíðina er tað serliga nólsoyarbørnini, ið hava notið gott av hesum.


Alma Hansen, hevur verið sett í starv í barnatannrøktini í tveimum umførum. Fyrst sum klinikkassistentur 25. februar 1985 og síðani sum tannrøktari frá 1990.

Alma er fødd í Havn, 2. november í 1962 og er uppvaksin í Funningsfirði. Mamman er ættað úr Havn og pápin úr Funningsfirði.

Alma er gift Emil Jakobsen av Skála, tey búgva á Skála og hava tey tvær døtrar, ein son og ein hund, ið eitur Snar, saman.

At Alma er eitt álitisfólk, sæst serstakliga væl, tá álitisfólkaumboð skulu veljast á tannlæknastovuni.

Her hevur Alma verið álitisfólk ella eykaálitisfólk seinastu 17 árini og eisini verið umboð í Tórshavnar kommunala starvs- og tænastumannafelag, áðrenn hetta varð fusionerað við Starvsmannafelagnum.

Alma er tiltikin hittinorðað og eitt sindur »fætter Højben«-agtig. Har fer neyvan eitt lutakast framvið uttan so at Alma eigur onkran vinning.

Fyriuttan starvið sum tannrøktari í Havn, hevur Alma átikið sær uppgávuna at taka sær av kollfjarðabørnini ein dag um vikuna.

Fríggjadagin 12. mars, á Grækarismessu, klokkan 15 – 17 er ætlanin at hava eina samlaða móttøku fyri Jónu og Almu í kantinuni í posthúskjallaranum fyri innbodnum.