Dublin, Írland: Gongst eftir ætlan, so verða tað fleiri av føroysku landsliðsleikarunum, sum fara um hampuliga rund dystartøl mikudagin, tó at talan ikki verður um nakað veruligt jubileum.
Óli Johannesen stendur fyri sínum 70. dysti, og sum hann hevur leikt seinastu dystirnar, so er so eingin sum helst ivi um, at hann eisini verður á vøllinum hesaferð.
Og umframt liðskiparan, so eru ikki færri enn fýra aðrar leikarar, sum fara um runt tal mikudagin, um ikki óvæntaðar broytingar verða framdar á liðnum. Julian Johnsson er helst leikarin, sum innan leingi liggur næstovastur á all-time listanum hjá Føroyum yvir altjóð dystir. Dysturin hjá honum á Cypros var tann 59. í røðini, og soleiðis sleppur hann helst í lítla bólkin, sum hevur rundað tey seksti fyri Føroyar.
Bæði Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen hava møguleikan at spæla sín landsdyst nummar 30, og endaliga kann Jón Rói Jacobsen spæla sín dyst nummar 20, síðani hann fyri trimum árum síðani debuteraði á Svangaskarði sum innskiftur álopsleikari.