Leygardagin 25. mars eru tað liðin 60 ár, síðani Obert Eliasen og aðrir settu Ítróttarfelag Fuglafjarðar á stovn. Dagurin verður hildin við steypadysti ímóti B68, meðan sjálv hátíðarhaldið verður seinni í ár.
Nakrar dagar seinni, týsdagin 28. mars, fyllir bóltfelagð B36 70 ár. Í tí sambandi verður skipað fyri móttøku í B36-húsinum leygadagin 25. mars kl. 10 til 13. Eftir móttøkuna byrjar fótbóltskappingini av álvara, tí tá spælir B36 steypadyst ímóti TB.