Rundingur

Nógv er broytt, síðani økini Lítla Álakersvík, Álaker, Álakersvík og Úti á Rundingi vóru týðandi staðarnøvn  í okkara lítla býi.

Fyri 6 árum síðani gav Tórshavnar býráð út bókina Tórshavnar býaratlas. Í fororðinum er tilskilað, at ”hetta er fyrsta heildarskáseting av varðveitingarverdum húsum og býarumhvørvum í Havn.”

Perman á bókini er ein mynd av Havnini, sum er fingin úr einum sjókorti hjá C. L. U. von Born í 1782. Av hesum framgongur, at úti á Álakeri hevur um tað mundið verið ein REDOUTE.  Í lexikon lesa vit, at ein Redoute er, ”et lukket forsvarsværk, der kan afgive ild til alle sider.” Myndin vísir eisini okkara gamla skansa, sum varð bygdur í 1570-1580, men ikki tann lítla skansan (Skansagarð) úti á Reyni í Tinganes.

Eftir hesum at døma hevur Havnin verið vard við trimum skansum.

Í Føroyum búðu í 1782 4409 fólk harav 840 í Suðurstreymoygjar prestagjaldi.

Í bókini ”Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne” av Jørgen Landt, 1800, er tilskilað, ”De seeneste Optegnelser, jeg har kunnet overkomme over den færøeske Folkemængde, er hr. Svabos fra Aaret 1782, og efter disse…”

Tá ið føroyingar ein ferð í 1850-1860  fóru at framleiða klippfisk – sum Christian Pløyen, amtmaður, og tríggir føroyingar høvur lært í Hetlandi í 1839 – brúkti havnarfólk helluna og klettarnar á Álakeri til turkipláss, og seinri varð økið eisini brúkt til ríðipláss hjá tí østrømska yvirklassanum í Havn. Tað má vera frá hesari tíðini, at staðarnavnið Rundingur uppstóð Úti á Álakeri. (Eg minnist, at fyri uml. 80 árum síðani vóru turkirammur til klippfisk úti á Rundingi.)

Í mini-skaldsøguni Leonard og Leonora hjá Williami Heinesen lesa vit, ”To unge damer, den ene slank og blond, den anden lille  og mørk. Begge i nymodens ridedragt. På vej ud til Østrøms ridebane på Rundingen.

(…) Leonora og Liselotte har været en ridetur i fjeldet (…) Nede på Rundingen viser solen sig igen (…)

Í okkara tíð er nógv broytt: Alt økið ”Lille Aalekier Viig, Aalekier Viig og Aalekier Nes” er avbygt: Elverk, Skipasmiðjan, Fiskacentralurin, Bacalao, saltsilo, oljutangar, stórt havnarlag o.a.m. – Og Rundingur, sum hevur (hevði) ein týðani tátt í Tórshavnar søgu, er horvin.

Tann stóra  runda saltsiloin sambygd við einum stórum bygningi,  er ogn hjá kommununi. Kommunan hevur gjørt nógv við hesa ogn, og til hetta hevur hon brúktar nógvar milliónir. Nú er ”saltsiloin” eitt príðiligt og nossligt sjónárin – symbol – í Tórshavnar havn og harvið eisini í okkara býi. Og hendan ognin stendur – ella kanska so at siga – á Rundingi.

Vísandi til tað, her er skrivað, loyvi eg mær við hesum at mæla Tórshavnar býrað til at geva saltsiloini við

uppíbygningi tað almenna navnið ”RUNDINGUR”.

Latið ei søguna doyggja, goymið hana so væl…