Leygardagin hin 24. september verður rundferð gjørd til tær sjey kirkjurnar í Sunda kommunu. Hetta er eitt av mongum tiltøkum, sum eru á skránni á mentanarvikuni í kommununi, sum annars byrjar í morgin.
Farið verður við bussi av Oyrarbakka, og við á ferðini sum frásøgumaður verður eingin minni enn Palli Gregoriussen, arkitektur, sum eisini er kendur úr bókarøðini um kirkjurnar í Føroyum.
Tá allar kirkjurnar í kommununi eru vitjaðar leygardagin hin 24. september, verður endað við tónleiki í kirkjuni í Saksun, haðani hendan myndin er.
Meiri um mentanarvikuna í Sunda kommunu kann lesast á www.sunda.fo









