Rundar rumpur. Tað er heitasti trendurin í løtuni. Eftir at konufólkini í áravís hava skula verið so kløn, so tær mestsum hava verið undirvektigar, er rákið spakuliga við at førka seg hinvegin aftur. Nú skulu damurnar vera rundar og hava femininar formar.
Tað eru fleiri kendar stjørnur, sum frá nattúrunar hond eru útgjørdar við einum trivaligum afturparti og stórari bringu, og hesar damurnar eru nú tær, sum mynda mótan. Ístaðin fyri at nýta strammar súkklubuksur, sum fjala formarnar, skulu teir nú vísast fram.
Jennifer Lopez, Kim Kardashian og Serena Williams eru bara nakrar av teimum damunum, sum ganga á odda og eru ernar av at hava ein kvinnuligan kropp.
Mótaserfrøðingar hava nú tikið tráðin upp og mæla eisini vanligum kvinnum til at vera stoltar av sínum formum.
Hjálp til flatar rumpur
Tað ljóðar mikið gott fyri tær, sum hava deiligar, rundar rumpur.
Men fyri tær, sum ikki hava teir rundu formarnar at sýna fram, er tó hjálp at heinta. Til ber nevniliga at snýta seg til eina lekra, runda rumpu, og møguleikarnir eru fleiri. Eitt boð eru tær sonevndu push-up trussurnar, ið lyfta endan. Eitt annað boð eru trussurnar, ið hava pútur úr silikon seymaðar á, og sum á tann hátt fáa tað at síggja út, sum um rumpan er størri.
Og til teir menn, sum nú flenna hart, kann leggjast afturat, at hesar undirbuksurnar eisini fáast til harrar, og at tær ganga sum heitt breyð í Amerika, serliga undan tiltøkum á reyða teppinum.
Handlar, sum selja undirklæðir í Føroyum, hava eisini eitt úrval av push-up- og pútu-trussum, men tó bert til konufólk... enn.