Saman við ymiskum áhugafeløgum skipar Sands kommuna nú fyri seinsummardøgum á Sandi, sum verða tann 23. og 24. august.
- Á skránni verður mangt stuttligt og áhugavert, bæði fyri børn, ung og vaksin, siga fyrireikararnir. Millum annað verður málningaframsýning, kirkjukonsert, fiskikapping, skjótikapping, sølutorg, gongutúrur, hoppiborg, fyrilestur og góður dansur á kvøldi, fyri at taka okkurt úr rúgvuni.
Leygarmorgunin verður stórt morgunmatarborð, har undirhald eisini verður á skránni.
Í 2011 skipaði Sands kommuna skipaði fyri einum tiltaki av sama slag. Hetta tiltakið var sera væl vitjað, bæði av fólki í oynni, fólki við tilknýti til oynna, og eisini av fremmandafólki, sum leigaðu sær summarhús til høvið.
Endaliga skráin verður kunngjørd í komandi viku.