Fótbóltur
Í dag er eingin ivi um, hvør er mest vinnandi venjarin í enskum fótbólti. Í øllum førum, tá tosað verður um teir, sum enn eru aktivir.
Sir Alex Ferguson hevur vunnið alt tað, sum kann vinnast saman við Manchester United, og flestu av steypunum hevur hann eisini vunið fleiri ferðir.
Mundi fingið sekkin
Men tað var tó nær við, at allir sigrarnir vórðu av ongum, longu áðrenn tað byrjaði. Ferguson hevði longu skapt sær eitt navn við´framúr úrslitum í Skotlandi, men tað var ikki bara gott, tá hann í november mánaði í 1986 tók við sum venjari í Manchester United. Og atfinningarnar vóru fleiri, tá hann alt fyri eitt ruddaði upp í gomlu garduni. Fyrst og fremst, so helt prinsipp-fasti skotin, at talan var um ov nógv ballarí í hópinum. Menn sum Paul McGrath og Norman Whiteside vóru bert tveir av teimum, sum undir Ron Atkinson vórðu mettar sum hetjur, men sum fingið sekkin frá Ferguson.
Ístaðin vórðu spælarar sum Dennis Irwin, Brian McClair og Gary Pallister keyptir, men úrslitini lótu tó bíða.
Og í 1990 stóð heilt illa til. Manchester United var í skeiva endanum av stigatalvuni, og tá triða umfarið í FA-Cup stóð á skránni, var breið semja í miðlunum um, at hetta kundi verða seinasti dysturin hjá Ferguson við stýrisvølin. Eini boð, sum nevndin í felagnum tó tíðum hevur avsannað síðani, men tað er greitt, at trýstið var øgiligt. Og at Manchester United ikki hevði góðtikið støðuna, um hon ikki betraðist.
Men tað er – sum maðurin segði – ein hypotetiskur spurningur. Manchester United vann dystin móti Nottingham Forest endaði við 1-0 sigri til reyðu devlarnar, og síðani hugdu teir ikki aftur. Árið endaði við FA-Cup sigri í finaluni móti Crystal Palaece, og so hevði Fergie fingið fyrsta steypið. Tað næsta kom árið eftir í europisku steypavinnarakappingini, og hóast Leeds akkurát sníkti seg framum ta ferðina, so var greitt, at ein nýggj stórtíð var ávegis hjá felagnum.
Og við Eric Cantona, sum kom til á heysti 1993 úr júst Leeds, fann Ferguson rætta frymilin. Manchester United varð nú dominerandi kraftin í enskum fótbólti øll 90’ini. Minniliga treble-árið var ivaleyst hæddarpunktið, men hartil var talan um so nógvar heiðrar. Eitt nú hevur Manchester United sum einasta enska felagið vunnið tríggjar greipur, og Alex Ferguson er einasti venjarin, sum trý ár á rað hevur lyft meistarasteypið.
Triða liðið
Stutt inni í nýggju øldini boðaði Alex Fergusen – sum nú hevði fingið eitt Sir afturat navninum – frá, at hann fór at gevast sum venjari á sumri 2002. Hetta tóktist eisini merkja spælarahópin, og kappingarárið 2001/2002 spældi Manchester United nakað undir miðal. Sjálvur tók venjari sín part av ábyrgdini, og eftir at hava umhugsað støðuna gjørdi hann av, at hann kortini ikki vildi gevast.
Ístaðin fór hann undir tað, sum hann annars alla tíðina hevði sagt seg ikki megnað, tá sammett var við Matt Busby, sum fram til Fergie varð mettur sum størsti venjarin í søguni hjá felagnu. Nevnliga at byggja sær eitt nýtt stórlið á triðja sinni.
Við monnum sum Robsons, Pallister. Bruce, Cantona og Schmeichel hevði Ferguson annars enda 26 ára bíðitíðini hjá felagnum eftir meistaraheitinum. Beckham, Scholes, Keanee, Stam og aðrir vóru hornasteinarnir undir næsta liðnum. Og við Ronaldo, Rooney, Saha og Ferdinan tykist Ferguson nú ávegis triða liðnum. Enn hevur hetta ikki vunnið meistaraheitið, men sigurin leygardagin saman við tapinum hjá Chelsea sunnudagin hevur fyribils lagt Manchester United á odda í Premier League.
Ungdómsarbeiðið og sinnið
Hóast Sir Alex soleiðis hevur verið stóri felagsnevnarin í nýggju stórheitstíðini hjá Manchester United, so eru eisini spælarar, sum hava verið serstakliga drúgvir og trúgvir. Ikki minst man hetta vera úrslit av sterka ungdómsarbeiðinum, sum venjarin alt fyri eitt legði lunnar undir. Fremstur av øllum stendur Ryan Giggs, sum síðani 1990/91 hevur verið fastur partur av liðnum. Aðrir trúgvir stuðlar hava verið og eru menn sum Gary Neville og Paul Scholes.
Hesir teljast millum teir fáu, sum hava »yvirlivað« sterka sinnalagið hjá skotanum við stýrisvølin. Ferð eftir ferð hava áskoðarar rist høvdið, tá stórstjørnur eru seldar, tá hesir ikki longur aktaðu venjaran í einum og øllum. Seinasta dømið um hetta var Ruud van Nistelrooy, sum nú spælir í Real Madrid. Onnur nøvn, sum eru farin eftir sama leisti, eru Paul Ince, David Beckham og Jaap Stam, og tað var eisini nær við, at listin umfataði Peter Schmeichel. Hann og venjarin høvdu nevnliga á sinni eitt øgiligt skeldarí, men báðir samdust teir tó um at samstarva heldur enn at striðast, og tað man vera ein avgerð, sum hvørgin teirra hevði orsøk at angra.