Runavíkar skal hava kommunustjóra

Fyri fyrstu ferð skal Runavíkar kommuna hava kommunustjóra

 

– Hervið verður eitt av landins mest spennandi størvum leyst at søkja.

Soleiðis lýsir Runavíkar kommuna her á in.fo, har kommunan hevur eina lýsing eftir kommunustjóra.

Tann, ið settur verður í starvið, skal saman við politisku leiðsluni stjórna »nýggja kraftdeplinum í landinum«, sum kommunan orðar seg í lýsingini.

– Kommunan stendur í vøkstri á øllum økjum, bæði mentanarliga og vinnuliga, og her hevur landsins størsta fyritøka eisini sítt høvuðssæti, skrivar kommunan og heldur fra:

– Mentanardepilin við Løkin hevur fingið rættiligt flog, og her dukar pulsurin í dagsins samfelag við øllum handa sløgum av tiltøkum. Her verður bygt, útbýgt og umbygt sum ongantíð áður, og alsamt fleiri familjur flyta til og vilja vera partur av menningini.

– Hevur tú framskygni, dirvi og hegni at stimbra og stýra einum brennidepli við 15 bygdum, stórum og smáum, eigur tú at lesa nærri um møguleikarnar.

Meira kann lesast um starvið í lýsingini á in.fo, sum sæst her: app.jobmatchprofile.com/2f6g3q/runavikar-kommuna/ay7ecg/fos/kommunustjori-til-runavikar-kommunu