Runavíkar kommuna leigar út vinnubygning

- Tað er avgjørdur fyrimunur, um nýtt leigumál verður knýtt at flutningi til og frá bryggjukantin­um, sigur Runavíkar kommuna.

Runavíkar kommuna hevur nú lýst til leigu framleiðslubygningin, sum kommunan eigur á havnalagnum hjá Runavíkar havn.

 

Bygningurin hevur áður verið brúktur til eitt nú landingarmiðstøð, flutningsstøð hjá farmaskipum og miðstøð hjá útgerðarfelag.

 

Ognin verður í løtuni høvuðsumvæld eftir miklan vindskaða, men um mánað­arskiftið februar/mars ætlar kommunan at leiga hana út til eitt hvørt sjóvegis relaterað virksemi.

 

- Bygningurin stendur stutt frá atløgusíðu, har dýpið er frá 8 til 11 metrar. Øll áhugað kunnu seta seg í samband við okkum, um áhugi er fyri at skoða ognina.

 

Runavíkar kommuna leggur aftrat, at tað er avgjørdur fyrimunur, um eitt nýtt leigumál verður knýtt at flutningi til og frá bryggjukantin­um við Runavíkar havn.