- Eftir eina størri niðurgongd í inntøkum og avlopi í áravís, er tað nú farið at bragda aftur í rakstrinum hjá Runavíkar havn. Eftir at havnin hevur verið skipað sum samanløgd virkiseind í níggju ár, ber til at staðfesta, at árið 2013 verður metár hjá Runavíkar havn, bæði í inntøkum og avlopi.
Tað veit Runavíkar havn at siga í dag.
- Inntøkurnar í ár tátta í hálva tólvtu miljón krónur, og avlopið verður góðar seks miljónir krónur.
Runavíkar havn vísir á viðløgdu stabbamynd og sigur, at her sæst ein tvífalding - ella 98% vøkstur - í inntøkunum í 2013 í mun til 2009. Haraftrat er avlopið vaksið hálva triðju ferðina - ella 148% - í somu samanbering.
- Til ber at siga, at havnin í stóran mun hevur brúkt fasilitetirnar fram ímóti hámarkinum í 2013, og tí skal ikki roknast við sama vøkstri fram eftir, uttan so, at bygnaðurin - ella struktururin - í skipafrekvensinum broytist, ella uppland og atløgusíða legst til í økinum, veit Runavíkar havn at siga í dag.