Sambært fyribilstølum, sum borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, í dag kunnar um, bendir mangt á, at Runavíkar havn í 2021 hevur havt sítt besta ár nakrantíð.
Tølini vísa, at bruttoinntøkan hjá Runavíkar havn verður 21,5 miljónir krónur, og nettoúrslitið verður 11,2 miljónir krónur.
- Havast skal í huga, at ferðamannaskipini, sum fleiri høvdu boðað frá komu og sum áður lyftu nakað upp í inntøkunum, avlýstu vitjanirnar í 2021 - á sama hátt sum í 2020.
Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, veit at siga, at sjey ferðamannaskip hava boðað frá vitjan í 2022, og higartil hava fimm skip boðað frá vitjan í 2023.
- Hvussu hetta fer at vignast, veldst alt um, hvussu leikur fer við farsóttini covid-19 í tíðini frameftir, sigur borgarstjórin.
Um inntøkurnar hjá Runavikar havn annars, sigur borgarstjórin, at tær renna úr nógvum ymiskum keldum, sum borgarstjórin tekur til.