Runavík sløkkir ikki klokkan 17

- Vit eru sera fegin um, at Hotel Sjómansheimið í Runavík nú tekur móti gistingum aftur, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri.

Í Runavíkar kommunu er nógv virksemi og einki arbeiðsloysi. Í kommununi fer bæði almenn og privat bygging fram. Nógv virksemi er við og á havnalagnum, og uppi í býnum livir handilslívið sítt fríska lív.

 

Herfyri læt nýggja matstovan Cibo upp í Saltangará, sum teir, ið standa aftan fyri Sjógæta, eiga og reka og tey, sum arbeiða her, lata væl at byrjanini.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, fegnast um, at stig vera tikin, sum hála matstovu-og gistingarvirksemi í kommununi upp á eitt hægri støði.

 

- Vit fegnast eisini almikið um, at Hotel Sjómansheimið í Runavík hevur fingið nýggjar eigarar, og at hølini nú eru opin fyri gisting aftur. 

 

Borgarstjórin sigur, at stórur tørvur hevur verið á gistingarmøguleikum í økinum, og nú Hotel Sjómansheimið um stutta tíð alment verður latið upp aftur, verða hesir møguleikar nógv betraðir.

 

- Tað hevur verið keðiligt at síggja Hotel Sjómansheimið staðið stongd hesi 3-4 árini, og so mikið meira fegnast vit, nú latið er upp aftur fyri gisting. Seinnu árini hava vit merkt, at fólk hava spurt um gistingarmøguleikar í økinum, men vit hava ongastaðni havt at víst teimum.

 

Magnus Rasmussen sigur seg eisini fegnast um onnur matstøð í kommununi, eitt nú Sjókaféina og Café 44, sum báðar eru dugnaligir veitar - hvør á sínum øki.

 

Varaborgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, hevur áður sagt, at tað er ikki ein býur, sum sløkkir klokkan 17. Nú verður so ljóst á Hotel Sjómansheiminum - eisini eftir klokkan 17.