Runavík: Marjun & Mass

Marjun Niclasen fer í farloyvi og Mass Hoydal gerst leiðari fyri Visit Runavík.

Í morgun var móttøka í gamla býráðssalinum á Heiðavegi, nú Marjun Niclasen fer í farloyvi og Mass Hoydal gerst leiðari fyri Visit Runavík.

 

Umboð úr ymsum heraðshornum, m.a. frá handilslívinum í gøtuni, vóru møtt. Borgarstjórin helt røðu fyri teimum og handaði gávur.

 

Marjun takkaði fyribils fyri seg og Mass heilsaði teimum, sum frameftir gerast hansara arbeiðsfelagar.

 

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á runavík.fo.