Runavík í jólaskrúð

Gomul Jól í Heiðunum byrja leygardagin 14. desember, tá jólaskipið leggur til bryggju í Runavík.

Afturvendandi tiltakið Gomul Jól í Heiðunum setir ein serstakan dám á umhvørvið við bátahylin í Runavík. Hetta er ein hugnalig tíð, og tað eru tey, sum leggja nógva orku í at skipa hetta umhvørvið dygst við sjóvarmálan í Runavík so jólaligt og barnavinarligt sum til ber.

 

Gomul Jól í Heiðunum byrja leygardagin 14. desember, tá jólakipið leggur til bryggju við bátahylin í Runavík klokkan 17. Umborð á pyntaða skipinum eru jólamenn, sum altíð hava okkurt gott við til børnini.


Umframt at hornorkestrið fer at spæla, fer barnakórið í Glyvra kirkju undir leiðslu av Jonni og Maritu eisini at syngja við høvið.

 

Leygardagin, tá jólaskipið kemur, verður høvi at keypa suppu, kaffi og vaflur, og eisini verður annað leskiligt, bæði á neystaloftinum, í smáttunum og í tjaldinum, sum alt er á økinum, har Gomul Jól eru í Heiðunum.

 

Meira er at lesa um jólaumhvørvið í Heiðunum og um tey tiltøk, sum verða um hesar leiðir, í Vikublaðum, sum kemur í hvørt hús seinnapartin í morgin, mánadagin.