B68-málverji
Á Toftum hava tey í vetur roynt at rigga seg til, nú B68 aftur skal hava umboð í bestu deildini.
Ein av spælarunum, sum fólk uttan iva høvdu sett stórt álit til komandi árið, er Albert Sævarsson, sum hevur verið ein sera stinnur málverji hjá felagnum. Men hann fær ikki verið á Toftum hetta kappingarárið.
Tí hevur B68 leitað sær aðrar vegir, og nú er greitt, hvør nýggi málverjin verður. Talan er um 19 ára gamla Tórður Thomsen, sum hevur fingið sína fótbóltsuppaling í NSÍ. Har skal tó nógv til, um ein nýggjur málverji skal senda Jens Martin Knudsen á beinkin, og tí hevur Tórður eisini roynt aðrar leiðir í royndini eftir spælitíð í bestu deildini. Nakrar dystir í ár vardi hann málið hjá ÍF, og komandi kappingarárið verður tað so á Svangaskarði, at ungi maðurin skal royna seg.
Tað hevur eisini ljóðað, at B68 er í ferð við at fáa útlendskan spælara knýttan at liðnum. Eitt nú hevur verið tosað um ein jugoslaviskan álopsspælara, men tey tíðindini eru so ikki váttað enn.










