Runavíkingar vóru hepnir

NSÍ var tríggjar minuttir frá at vinna Føroyum altjóða stig í gjár. Men runavíkingar vóru hepnir, at spenningurin varð varðveittur so leingi

Károly Potemkin rennur eftir bóltinum í vinstru síðu. Klokkan vísir seks minuttir. Framherjin var fyri løtu síðan rendur um koll í brotsteiginum. Runavíkingar væntaðu sær brotspark og reytt kort. Men floytan tagdi. Men nú søkja teir aftur at. Potemkin er púra einsamallur í gulum, nú hann sleppur inn um brotsteigarmarkið. Brádliga smekkar hann til. Eingin væntar tað. Upp um málverjan. Í handara síðunet. Ein perla. 1-0.

NSÍ var sera nær við at vinna altjóða stig til Føroyar í gjár. Á Lerkendal leikvøllinum í Trondheim vóru runavíkingar tríggjar minuttir frá at fáa javnleik. Á leikvøllinum, har Real Madrid, Bayern Munich, Juventus, Inter Milan, Ajax og Arsenal áður ikki hava megnað at vunnið.


Tað var eisini tað

Og tá takkaðu runavíkingar eisini fyri seg á hálvuni hjá Rosenborg. Talan var um einvegis ferðlu komandi 80 minuttirnar.

Meinhardt Joensen, sum vardi málið hjá gestunum, hevði um 15 bjargingar í dystinum, umframt, at ein runavíkingur beindi bóltin burtur av málstrikuni og Rosenborg í tveimum førum sendi í tvørtræið.

Steffen Iversen javnaði fyri heimaliðið, tá ein hálvur tími varð leiktur. Framherjin var fyrstur á bóltinum, tá Meinhardt Joensen hevði vart fyri enn eini skotroynd, og Iversen var heppin, tá hann sendi inn um málstrikuna.


Hepnir og tó

NSÍ kundi sanniliga komið í eitt evropeiskt ódnarveður í Tróndheimi í gjár. Tí tað kundi líka so væl verið eitt skrædl. Um heimaliðið var meira neyvt og heppið, høvdu málini verði væl fleiri í tali.

Men Rosenborg var heppið, tá norðmenninir umsíðir fingu málini. Tí tað var eitt sera ivasamt brotspark, sum setti beinini fyri dreyminum hjá runavíkingum. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, metti dómarin, at Jonhard Frederiksberg hevði hildið í troyggjuni á Alexander Tettey, tá miðvallarin slapp framvið Meinhardti Joensen. Úr ellivu metrum var Didier Konan Ya tryggur.

Trond Olsen økti um leiðsluna minuttin seinni, tá Jóhan Troest Davidsen ikki fekk sparkað bóltin burtur av vandaleið.


Ongantíð trýstir

NSÍ hava takkað fyri seg í evropeiskum fótbólt í ár. Tað varð ongantíð væntað, at runavíkingar fóru at arga Rosenborg, og teir vóru heldur ongantíð nær við. Men Pauli Poulsen, venjari, og hansara leikarar eru eina stóra uppliving ríkari. Rosenborg hevur frálíkt úrslit á vísa á í altjóða fótbólti, og tað verður eisini væntað, at liðið fer at standa seg væl í árins útgávu av Europe League. Teir hava í øllum førum staðið fyrstu royndina.



Rosenborg – NSÍ 3-1 (1-1)

6-1 samanlagt

0-1: Károly Potemkin, 6.

1-1: Steffen Iversen, 40.

2-1: Didier Konan Ya, 90. (brotspark)

3-1: Trond Olsen, 90.

Rosenborg: Rune Almenning Jarstein – Roar Strand, Alejandro Lago, Andreas Nordvik, Roy Miller – Anthony Annan (Alexander Tettey, 65.), Per Ciljan Skjelbred (Traoré, 76.) – Didier Konan Ya, Steffen Iversen (Sellin, 65.), Trond Olsen – Dario Zahora

NSÍ: Meinhardt Joensen – Jonhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar T. Hansen – Christian Høgni Jacobsen (Jann Martin Mortensen, 61.), Jann Ingi Petersen, Bogi Løkin (Jens Joensen, 90.), Jústinus R. Hansen, Hjalgrím Elttør – Károly Potemkin (Klæmint A. Olsen, 70.)




Málskjúttin er nøgdur

- Tað er tílíkt, sum kemur fyri. Eg royndi at verja bóltin, men ein mótstøðumaður setir beinið fyri.

Tað sigur Károly Potemkin, sum sendi runavíkingar í dreymalandi við einum dreymamáli í gjár. Málskjúttin tóktist ikki serliga harmur um, at dómarin ikki bríkslaði, tá hann var rendur um koll í brotsteiginum eftir trimum minuttum.

- Eg eri nøgdur við okkara avrik í dag. Rosenborg var stórfavorittur undan dystinum, og vit fóru fyrst og fremst á vøllin fyri upplivingina, sigur Potemkin við heimasíðuna hjá Rosenborg.

Væntaði tú, at tit fóru at vinna dystin, tá tú skoraði?

- Nei. Rosenborg er besta liðið í Skandinavia. Vit hava fyri tað mesta runnið aftaná í tveimum dystum. Nú ynskja vit teimum góða eydnu víðari í kappingini, sigur Potemkin við rbk.no.


- unis



Ikki nøktandi

Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, fegnaðist bara um, at liðið vann seg víðari.

- Leikararnir vóru ikki nøgdir eftir fyrra hálvleiki, tá vit høvdu 15 málmøguleikar. Men vit skaptu møguleikar og spældu væl. Tað, sum er mest umráðandi, er at vit vunnu okkum víðar, sigur Erik Hamrén, venjari, við heimasíðuna hjá Rosenborg.

Trond Olsen, sum stóð fyri málinum til 3-1, staðfesti, at heimaliðið skuldi skotið fleiri mál.

- Tað er sjálvsagt ikki nøktandi, at teir leggja seg á odda. Vit eiga eisini at skjóta nógv fleiri mál, tí møguleikarnir vóru óteljandi, sigur Trond Olsen við rbk.no


- unis