Tað snýr seg um at vinna pláss í Europa til komandi kappingarár.
Heiðursmerkini eru ikki longur so heilt nær hjá NSÍ, og tí er fremsta vónin, at B68, Víkingur og EB/Streymur missa stig seinastu dystirnar, soleiðis at NSÍ kann ota seg longur upp á stigatalvuni.
Hinvegin hevur tað størsta týdningin av øllum, at NSÍ ger sítt arbeiðið til lítar, og tí er kravið treytaleyst trý stig, tá AB kemur á vitjan í dag.
AB hevur vunnið sær framúr úrslit síðani summarsteðgin, men seinasta sunnudag tóktist gassið vera farið úr ballónini. Og so er spurningurin, um tað eydnast teimum at spenna seg út aftur til seinastu tvey umførini.











