Einki er at ivast í, at dysturin í kvøld fer at savna nógvar áskoðarar. Runavíkingar møta vanliga manssterkir til dystirnar hjá NSÍ, og tá ið talan er um ein slíkan dyst, har NSÍ við einum sigri kann leggja seg á odda í 1. deild, verða guliganz óivað fleiri í tali, enn teir vanligt eru. Harafturat eru nógvir útisetar í løtuni heima í summafrí, og tað sæst vanligani aftur á áskoðarafjøldini í Gundadali.
Venjarin ivasamur
Leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, sigur, at teir eru øgiliga spentir og tendraðir til dystin í kvøld. Liðið vandi hart mánakvøldið, og í gjárkvøldið var ein løtt venjing á skránni. Sjálvur hevur Heine Fernandez ikki vant í seinastuni. Hann hevur júst verið og vitjað familjuna í Danmark í eina viku, og harafturat hevur hann trupulleikar við rygginum og lærinum. Heine sigur, at enn er ivasamt, um hann verður við í dystinum í kvøld, men hann vónar, at vøddamýkjarin hjá HB fær gandað eitt sindur, so at hann kann spæla við í oddabrakinum. Tó er greitt, at teir tríggir Hans á Lag, Bárður Johannesen og Martin Christensen framvegis ikki eru tøkir hjá havnarfelagnum.
Í seinsta landskappingardystinum hjá HB var ein nýggjur maður millum stengurnar. Talan var um Danny Rasmussen, og Heine Fernandez sigur, at Danny verður aftur millum stengurnar í kvøld. - Danny fekk møguleikan í Gøtu, og ikki kann sigast annað, enn at hann tók av møguleikanum, tá ið hann fekk hann, sigur Heine Fernandez.
Tað er einki dulsmál, at hendan vikan er ein sera umráðandi vika hjá havnarfelagnum. Vinna teir dystin í kvøld, eru teir trý stig á odda í summarsteðginum, og sunnudagin skulu teir leika seinnu hálvfinaluna í Løgmanssteypinum ímóti VB í Havn. Leikandi venjarin hjá HB sigur, at vinna teir báðar dystirnar hesa vikuna, sær tað heilt gott út. Hann leggur afturat, at tað er einki dulsmál, at tað er júst slíkar dystir, ið spælararnir síggja fram til eitt heilt kappingarár.
Skulu bróta ísin í ár
Í Runavík er spenningurin, eins og í Havn, sera stórur undan dystinum í kvøld. Liðskiparin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen, sigur, at allir mans hjá runavíkingum eru klárir til oddabrakið. Royndi málverjin hjá runavíkingum sigur, at nú er NSÍ við aftur í rætta endanum, eftir at teir høvdu eina ivasama byrjan upp á kappingarárið, og runavíkingar ætla sær at verða verandi í oddinum.
Jens Martin sigur, at málið hjá NSÍ í ár er at vinna greipuna. - Vit trúgva uppá, at tað í ár fer at eydnast hjá okkum at bróta ísin í landskappingini, soleiðis at vit kunnu gerast føroyameistarar, sigur landsliðsmálverjin. NSÍ er kanska tað felagið í landinum, sum hevur havt tað mest støðuga fólkið seinnu árini, og tað er óivað ein fyrimunur, at menn kenna so væl hvønnannan. Harafturat heldur Jens Martin, at framtíðin hjá NSÍ sær ógvuliga ljós út, tí heilt nógvir ungir og evnaríkir leikarar eru á veg upp í vaksnamannadeildirnar, og tað fer at økja kappingina á besta liðnum hjá NSÍ, og tað ger bara liðið betur, heldur Jens Martin Knudsen.
Væntar undirhaldandi dyst
Um sjálvan dystin í kvøld, sigur liðskiparin hjá NSÍ, at hann væntar ein sera spennandi og undirhaldandi dyst. Landsliðsmálverjin sigur, at bæði HB og NSÍ óivað fara eftir báðum stigunum, og tí fara bæði liðini at leypa á, sigur Jens Martin Knudsen.
Nógvu royndirnar hjá landsliðsmálverjanum siga, at dystirnir millum HB og NSÍ ofta eru rættuliga væl leiktir dystir, og hann væntar ikki, at dysturin í kvøld verður nakað undantak í so máta. Tað er heldur ikki so, at annað lið hevur gott tak á hinum liðnum í Gundadali, tí NSÍ hevur mangan givið HB skarpan gang í Gundadali, men samanlagt sæð tala tølini til fyrimuns fyri havnarfelagið.
Dysturin í kvøld skuldi upprunaliga verið leiktur klokkan seks, so at tað ikki rann saman við fyrru hálvfinaluna í EM-endaspælinum, men eftir ynski frá runavíkingum er dysturin fluttur til klokkan sjey.
Góð odds upp á NSÍ
Stóra veddingarheimasíðan, www.nordicbet.com, hevur sett odds upp á dystin í kvøld, og tey eru rættuliga áhugaverd. Millum annað gevur ein sigur til runavíkingar odds 5,55, og tað er ikki so lítið. Ein javnleikur gevur pengarnar aftur 3,30 ferðir, meðan veddingarfyritøkan hevur HB sum stórfavorittar, tí ein heimasigur gevur bert pengarnar aftur 1,










