FÓTBÓLTUR
NSÍ var betra liðið á vøllinum í Sarpugerði í sunnudagin. Teir høvdu fleiri kjansir, vístu betri spæl og vóru eisini heldur grammari. Tí ber illa til at staðfesta annað enn, at sigurin var fult og heilt uppiborin.
Dysturin var annars ikki nøkur stór uppliving. Neyvan høvdu áskoðararnir roknað við hesum frammanundan, tí hvørki heimaliðið ella gestirnir hava víst stórspæl higartil í ár. Men ein tættan og dramatiskan dyst kundu teir rokna við, eftir sum talan var um grannauppgerð og at bæði liðini róptu eftir sigrinum. Dysturin gjørdist tó ongantíð serliga spennandi, tættur ella dramatiskur. Partvíst átti NSÍ æðrina av hesum, tí teir vóru tað betri enn GÍ, og hin stóra leiklutin átti keðiliga veðrið, sum oyðilegði stórar partar av dystinum.
Eitt mál í part
NSÍ legði bragdliga fyri. Tá eitt korter var spælt høvdu teir fleiri ferðir spælt seg ígjøgnum GÍ-verjuna, sum var til at tosa við, og sent fleiri ávaringarskot av móti Geza Turi.
GÍ hevði ikki rættiliga fingið fótin fyri seg. Í verjupartinum stóðu teir ikki rætt og frameftir høvdu teir einki at bjóða uppá. Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin sendu teir ein bólt langt niðan á hálvuna hjá NSÍ. Verjan fer skeiv av bóltinum, sum hoppar upp um bæði Jóhan Troest Davidsen og Óla Hansen, og so hevur Sverri Jacobsen beina kós móti málinum. Jens Martin Knudsen kemur tó væl út og órógvar áleyparan, so einki meiri spurdist burtur úr.
Hetta var fyrsta álopið frá GÍ, og tveir minuttir seinni vóru teir aftur framvið. Sámal Joensen leggur frísparksinnlegg úr høgru inn til handaru stong, har fyrrverandi NSÍ-leikarin Pól Jóhannus Justinussen trygt setir bóltin í netið.
Leiðslan GÍ fekk var á ongan hátt í trá við spælbýtið í dystinum higartil. Tí var tað ikki annað enn uppiborið, tá Einar Hansen javnaði stutt fyri hálvleik. Andy Olsen leggur hornaspark innfyri og málverjin Geza Turi skal boksa bóltin burtur. Hetta eydnast ikki heilt, og so dettur bólturin fyri føturnar á Einar Hansen, sum við einum knallhørðum skoti setir bóltin uppundir nettakið. Stutt eftir varð bríkslað til hálvleiks.
Trýstu allan seinna hálvleik
Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin við sær, og teir hildu áfram at trýsta sum teir høvdu gjørt í fyrra hálvleiki. Ferð eftir ferð var um reppið, at teir fingu bóltin í kassan. Millum annað hevði Hjalgrím Eltør eitt skot á stongina, og eina aðru ferð slapp hann framvið Geza Turi, men skotið varð bjargað á strikuni, og eina triðju ferð varð Hjalgrím Eltør feldur inni í brotsteiginum og áskoðararnir kravdu brotsspark, men fingu tað ikki.
Allan seinna hálvleik tóktist tað sum um, at eitt mál var á veg og tveir minuttir fyri leiklok kom hetta. Hjalgrím Eltør var høvuðsarkitekturin aftanfyri hesa skoring, tá hann spældi seg ígjøgnum verjuna við innskifta Øssur Dalbú sum banda, áðrenn hann legði tvørtur um til Nenad Stankovic, sum uttan stórvegis hóvasták setti bóltin í tóma netið.
Eitt frálíkt mál, har Hjalgrím Eltør spældi skjótt og skilagott, heldur enn at halda uppá bóltin, sum hann hevði gjørt so nógvar ferðir framman undan.
Soleiðis gekk tað fyri seg, tá NSÍ reisti seg í Sarpugerði, meðan GÍ framvegis er liggjandi og á áttanda plássi í Formuladeildini.










