EB/Streymur-NSÍ 0-2 (0-1)
Løgmanssteypið
Leygardagin var NSÍ á vijan á Mølini á Eiði. Dysturin ímóti nýggja liðnum í 1. deild, EB/Streymi, gjørdist júst so trupul, sum runavíkingar høvdu roknað við frammanundan.
Ungu spælararnir á liðnum hjá EB/Streymi eru ídnir, stríðast væl og spæla stundum góðan fótbólt.
NSÍ kom á odda eftir eitt lítið korter, tá Christian Høgni Jacobsen legði ein bólt inn fyri úr síðuni. Eddie Mikkelsen var klárur inni við málið, og hann sendi bóltin høgt í málið.
Hálvleiksstøðan var 1-0, og fyrri hálvleikur hevði verið javnur í spælbýti.
Heimaliðið trýsti
NSÍ byrjaði væl í seinna hálvleiki, og teir øktu eisini til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Hetta málið líktist tí fyrra málinum, men hesaferð var tan Ian Højgaard, sum hevði seinasta fótin á.
Eftir at NSÍ hevði lagt seg fram um 2-0, tók EB/Streymur yvir.
Teir trýstu fyri at fáa eitt mál, men tað eydnaðist teimum ongantíð, hóast teir høvdu tveir stórar kjansir, og eisini spældu seg til fleiri hornaspørk seinasta partin av dystinum.
Dysturin endaði sostatt við sigri til runavíkingar, sum harvið fingu góða byrjan í bólkaspælinum í steypakappingini.
Dysturin í tølum:
0-1: Eddie Mikkelsen
0-2: Ian Højgaard










