2. deild
Runavíkingar hava í ár havt eitt hampuliga gott tak á oddinum í aðru deild. Úrtøkan hjá næstbesta liðnum hevur verið somikið støðugt, at teir við einum sigri á einum av hinum eysturoyarliðunum., LÍF, av álvara kundu nærkast toppinum.
Fyrra hálvleik gekk eisini á leið soleiðis, sum tað skuldi. Runavíkingar løgdu seg á odda við einum máli frá roynda Sverra Justinussen, og sjálvsáltið mundi tí eisini vera í lagið, tá farið varð til hálvleiks.
Í seinna hálvleiki tóku leirvíkingar tó fullkomuliga heimaliðið á bóli. Tomek Resel javnaði, áðrenn Mirek Gill syrgdu fyri leiðsluni, og meðan NSÍ nú royndi at koma aftur í aftur, slerdi Kristian Eliasen sigurin hjá leirvíkingum fastan.
Hóast NSÍ soleiðis innan trý korter misti takið í oddaliðunum, og hóast teir helst høvdu vónað eitt betri úrslit, so man árið á ongan hátt verða mett sum miseydnað. Liðið hevur mest sum tryggjað sær framhaldandi livitíð í deildini, og ivaleyst mundi hetta eisini vera málið, sum sett várð, tá farið varð undir venjingina.
Í Leirví er hinvegin enn illa statt. Gaman í lyftu tær sær við sigrinum upp um klaksvíkingar, munurin niður til gøtumenn minkaði tó einki, tá hesir eisini vunnu sín dyst.
Leirvíkingar høvdu sína bestu tíð í 80?unum, tá teir eitt langt skifti hildu fast um plássið í bestu deildini, men síðani hevur gingið afturá. Í nøkur ár vóru teir við til at mynda oddin í næstbestu deildini, men í seinastuni hevur talan mest verið um eina roynd at yvirliva, og skal hetta aftur eydnast í ár, skulu enn fleiri stig setast inn á kontina.
NSÍ-LÍF 1-3 (1-0)
1-0: Sverri Justinussen
1-1: Tomek Resel
1-2: Mirek Gill
1-3: Kristian Eliasen