Runavíkingar fara nú at leggja trýst á landsstýrið

– Endamálið er at minka um larm og royk frá skipum, sum liggja við bryggju

 

 

Runavíkar Kommuna skal taka stig til at minka um larmin roykin frá skipum, sum liggja við bryggu. Tað er eitt endamál, nú Runavíkar Kommuna arbeiðir við at orða ein beinleiðis umhvørvispolitikk.

Í hesum sambandi er endamálið at arbeiða fyri at minka um larmin og roykin, sum stendst av virkseminum á havnarløgunum. Hetta er fyri at sýna fyrilit fyri teimum, sum búgva við havnarløgini, og sum javnan geva ilt av sær, tí tey fáa ikki náttarfrið fyri larmi, umframt at tey eisini eru illa plágað av royki frá skipunum.

Tí fer Runavíkar Kommuna at virka fyri, at hámark verður sett fyri, hvussu illa, skip kunnu larma, tá ið tey liggja við bryggju, og hvussu nógvan gang, virksemið á havnarlagnum annars, kann elva til sum heild.

Endamálið er at Runavíkar Havn skal byggjast út til at kunna veita teimum størru skipunum streym úr landi. Tá ið tað er veruleiki, vænta tey, at ampin av larmi og royki fer at minka í stóran mun.

Men samstundis ætlar Runavíkar Kommuna at leggja trýst á lands­myndugleikarnar fyri at  fáa teir at áseta krøv til royk­ og ljóðdálking – og at syrgja fyri, at tey krøvini verða fylgd, sigur Runavíkar Kommuna í umhvørvispolitikkinum, sum nú er liggur frammi til fólk at gera viðmerkingar til.